Fleiri enn 70.000 palestinar dripnir í Gazageiranum

Ísraelski herurin - IDF - viðurkennur nú, at hetta kann vera talið av deyðum palestinum síðan hin 7. oktober 2023

Tíðindastovan NTB veit at siga, at ísraelski herurin (IDF) nú góðtekur palestinsku metingina um, at fleiri enn 70.000 palestinar eru dripir í Gazageiranum seinastu árini.

 

Ísraelsku ávísirnar, Haaretz og Jerusalem Post, skriva um frágreiðingina, sum IDF hevur gjørt í hesum sambandi. Ísrael vil tó ikki viðurkenna, at frísk fólk eru deyð í hungri í Gazageiranum.

 

Heilsumyndugleikarnir í Gazageiranum siga, at talið av dripnum palestinum er 71.667, síðan Ísrael leyp á í oktober í 2023.

 

Tað var nevniliga hin 7. oktober hetta árið, at Hamas leyp á Ísrael og drap og burturflutti ísraelar í stórum tali.

 

Sambært Haaretz og Jerusalem Post viðurkennur ísraelski herurin nú talið yvir dripin í Gazageiranum, sum heilsumyndugleikarnir í Gaza halda uppá.

 

Uppi í teimum 71.667, sum palestiskir myndugleikar siga eru dripin, er tey ikki tald, sum framvegis kunnu liggja undir húsaleivdum í Gazageiranum.