Og tað er rættiliga nógv for nógv, tí talan er um minni prutl, sum einans skal koyara í mesta lagi 30 km um tíman. Tá løgreglan máldi, hvussu skjótt prutlið kundi koyra, varð tað mált til 82,4 km um tíman.
– Tað prutlið tóku vit við á støðina fyri at kanna tað nærri, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
Tað var ein 16 ára gamal drongur, sum koyrdi prutlið, og hann fær eina treytaða frádøming av koyrikortinum til prutl.
Løgreglan tók eisini trý onnur prutl í parkeringskjallaranum í SMS. Tey vórðu eisini máld til at kunna koyra alt ov skjótt, um ikki líka skjótt. Tey vórðu máld til at kunna koyra nakrar í 50 og 60 km um tíman.
Og í nátt vóru boð eftir løgregluni, tí onkur bankaði á einar dyr, og fólkini í húsinum óttaðust. Men tað vísti seg, at tað var ein persónur, sum bankaði á skeivar dyr, hann helt, at hann kendi húsfólkið, men var farin á skeivan bústað.
##med2##












