Fríggjadagurin verður ein stórur EM-hondbóltsdagur, har nógvir føroyingar fara at seta at hyggja eftir EM-hálvfinalunum, ið vera leiktar í Boxen í Herning.
Fyri føroyingar hevur dysturin millum tey bæði liðini vit halda mest við aftaná okkara egna landslið, Ísland og Danmark stóran áhuga. Fríggjadagin verður eisini ein dystur um fimta plássið á skránni.
Leikt verður soleiðis:
Klokkan 14: Portugal-Svøríki (dystur um 5. plássið)
Klokkan 16.45: Týskland-Kroatia (hálvfinala)
Klokkan 19.30: Danmark-Ísland (hálvfinala)
EM-finalan verður leikt sunnudagin klokkan 17.











