EM-skelkur: Sasja er langtíðarskaddur

St. Gallen hevur heilar tríggjar málverjar á skaðalistanum

Hondbólts-Føroyar hava fingið ein vátan vøtt.

 


Føroyski málverjin hjá St. Gallen í bestu sveisisku hondbóltsdeildini, 21 ára gamli Aleksandar "Sasja" Lacok er langtíðarskaddur.


Sasja var fyri einum skaða í knænum, einum sonevndum: meniskskaða. Hetta hendi undan útidystinum móti Bern farna mikukvøld. Longu dagin eftir var Sasja skorin í knænum. Sasja verður uttanfyri í langa tíð. Hetta skrivar heimasíðan hjá St. Gallen. 

 

Hetta er stórt afturstig bæð fyri Føroyar og St. Gallen. Í St. Gallen eru tey so óheppin, at allir tríggir málverjararnir, Sasja, Andreas Björkman og Noah Küffer eru allir tríggir úti við skaða. 

 

St. Gallen má tí leiga ein málverja til komandi dystirnar. Skrivar heimasíða felagsins. 

 

Enn hevur landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen ikki kunngjørt málverjan, ið saman við Paula Jacobsen skal kappast um at verja føroyska málið í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo, har Montenegro, Sveis og Slovenia bíða okkara í innleiðandi bólki D.