SMS: Turið skoraði heili 16 mál í heimasigri hjá Kyndli

VB beit væl frá sær í seinna hálvleiki

Turið Arge Samuelsen var stórskjútti við 16 málum (Savnsmynd)

Ein dystur var í kvøld leiktur í SMS-deildini.

 

Í høllini á Hálsi tóku verandi FM-vinnararnir, Kyndil móti VB. Kyndil vann dystin 34-30. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 19-12.  VB beit væl frá sær í seinna hálvleiki, og tá sjey minuttir vóru eftir at leika var Kyndil bert á odda 30-28. Men heimaliðið fótaði sær seinastu løtuna.

 

Turið Arge Samuelsen var við 16 málum stórskjútti hjá Kyndli. Tað lá eisini væl fyri hjá Carmen Luiza Silva, ið skoraði 11 mál fyri VB. 

 

Úrslitið merkir, at Kyndil er fremst í deildini við 19 stigum fyri 10 dystir, og tær fara at halda jóla- og nýggjársferiu á fyrsta plássinum. VB er næstaftast við bert tveimum stigum, men seinastu vikurnar hava tær bitið væl frá sær. 

 

Í morgin vera hesir dystirnir leiktir í SMS-deildini: Klokkan 15: Stjørnan-StÍF, og klokkan 16: H71-VÍF og EB-Neistin.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Kyndil og VB:

 

##med2##

 

Turið Arge Samuelsen var stórskjútti við 16 málum (Savnsmynd)