Fyrsti dysturin í okkara EM-bólki, innleiðandi bólki D er leiktur í Unity Arena.
Í einum sera málríkum dysti vann Slovenia tepran 41-40 sigur á Montenegro. Í steðginum var Slovenia á odda 19-18.
Toppskjúttar hjá Slovenia vóru Domen Makuc og Domen Nowak við níggju málum hvør. Toppskjútti hjá Montenegro við 11 málum var Branko Vujovic við 11 málum.
Klokkan 19.30 byrjar dysturin millum Føroyar og Sveis í Unity Arena.











