Tað sigur ein maður, sum um somu tíð varð fongslaður saman við Epstein.
Sambært manninum, Nicholas Tartaglione, stendur í brævinum: "Hvat vilt tú hava meg at gera, at bresta í grát? Tað er tíð at siga farvæl."
Tartaglione fann brævið í juli 2019, eftir at Epstein varð funnin í óviti við einum strimli av stoffi um hálsin.
Epstein yvirlivdi, men nakrar vikur seinni varð hann funnin deyður í fongsulsklivanum, og líkskoðararnir komu til ta niðurstøðu, at talan var um sjálvmorð.
New York Times hevur ikki sæð brævið og hevur ikki megnað at funnið tað í almennum skjølum hjá Epstein.
/Ritzau/











