Fyrr í dag var Rogalands-uppgerð í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í Haugesund millum Haugesund FK og Sandnes ULF, ið hevði liðskiparan, Gullbrand í Horni Øregaard (myndin), og Olaf Bárðarson við frá dystarbyrjan.
Tvær ferðir gjørdi málverjin hjá Sandnes, Tord Flolid stór mistøk, tá hann kom skeivt út eftir bóltinum, og báðu ferðirnar var áleyparin hjá Haugesund, Sory Diarra klárur at gagnnýta mistøkini, og skoraði til 1-0 og 2-0, ið gjørdist úrslitið av dystinum.
Sandnes er nummar 10 í deildini við fýra stigum fyri fimm dystir.
Sunnudagin 10. mai hevur Sandnes dyst á heimavølli móti Stabæk.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Haugesund-Sandnes ULF 2-0 (1-0):
##med2##











