Er kvinnurørslan í dvala – ella í broyting?

Á Femifagnaðinum 2026 bjóðar javnstøðunevndin øllum í Perluna í Havn til framløgu, sofaprát og kjak. Evnið er leikluturin hjá kvinnurørsluni í dagsins samfelag.

Javnstøðunevndin skrivar, at í sambandi við altjóða kvinnustríðsdagin, hevur Femifagnaðurin - sum javnstøðunevndin er fastur partur av - eina røð av tiltøkum á skránna. Í ár hevur javnstøðunevndin gjørt av, at prátið skal snúgva seg um kvinnurørsluna í Føroyum við íblástri frá grannunum í Íslandi. Eftir at vit seta tiltikna, íslendska kvinnuverkfallið á breddan, fara vit at viðgera kvinnustríð og kvinnuættindi í Føroyum.

 

Tiltakið "Er kvinnurørslan í dvala - ella í broyting?" verður í Perluni í Havn hóskvøldið 5. mars kl. 19-21, Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. 

 

Til høvið hevur javnstøðunevndin bjóðað íslendsku Fríðu Rós Valdimarsdóttir til Føroya at greiða frá um kvinnurørsluna í Íslandi. Fríða Rós Valdimarsdóttir er ikki bara einhvør, tá tað ræður um kvinnurættindi. Hon hevur verið virkin í íslendsku kvinnurørsluni tey seinastu 30 árini, millum annað sum forkvinna í íslendsku kvinnufelagasamskipanini, sum er meginfelagið hjá íslendsku kvinnufeløgunum. Tey seinastu fýra árini hevur hon hartil havt uppgávuna at samskipa landsfevnandi kvinnuverkfallið í Íslandi. Í dag arbeiðir Fríða Rós Valdimarsdóttir sum serfrøðingur innan útbúgvingarøkið, og hevur hon sæti í nevndini hjá meginfelagnum fyri evropisku kvinnusamskipanirnar umboðandi Ísland (European Women’s Lobby).

 

Skrá:

 

  • Kl. 19.00 Javnstøðunevndin bjóðar vælkomin

  • Kl. 19.10 Kvinnuverkføll í Íslandi, kvinnurørslan og samhaldsfesti
    - Fríða Rós Valdimarsdóttir, serfrøðingur í kvinnurørsluni í Íslandi. (GG: Framløgan verður á enskum máli)

  • Kl. 19.40 “Tá Ísland legðist lamið”: Hvønn týdning fekk søguliga kvinnuverkfallið í 1975? Og ávirkaði tað Føroyar? 
    - Sofaprát við Hildur Patursson og Fríðu Rós Valdimarsdóttir 

  • Kl. 20.00 Steðgur við livandi tónleiki

  • Kl. 20.10 Er kvinnurørslan í dvala - ella í broyting?
    - Pallborðskjak við Runu Preeti Ísfeld, Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Turið Debes Hentze, Tóru Effersøe Mortensen og Gunnhild Dahl Niclasen.

 

Óluva Zachariasen stýrir kvøldinum.

 

Tiltakið er alment og ókeypis.


Kvinnustríð

Tann 24. oktobur í 1975 gjørdi kvinnurørslan í Íslandi veruliga hol í sjógvin, tá heili 90% av kvinnunum fóru á gøturnar at mótmæla. Kvinnurnar løgdu alt arbeiði frá sær fyri at gera upp við ójavnstøðuna á arbeiðsmarknaðinum, umframt vantandi virðingina, sum kvinnuleikluturin fekk í samfelagnum. Kvennafrídagurinn í 1975 var ein kollvelting, sum vakti stóran ans úti í heimi. Nú 50 ár eru liðin, verður framvegis skipað fyri kvinnuverkfalli í Íslandi.