Síðan sonevnda fullskala innrásin, ella ótamda russiska álopskríggið, byrjaði í Ukraina fyri fýra árum síðan, hevur Facebook verið ein samskiftismiðil hjá fleiri einstøkum persónum og breiðum felagsskapum. Oleksandra Matviichuk, omanfyri, er ein teirra. Hon býr í Kyiv og er leiðari í Center for Civil Liberties, sum fekk Nobelvirðislønina í 2022.
Ovast á Facebookbreddanum hevur hon hesi orð: Pessimism is a luxury we cannot afford. When strength runs out, character begins.
Á fýra ára degnum fyri russisku innrásina skrivar hon soleiðis í dag:
- Tey spyrja, hvussu eg kenni meg á minningaradegnum fyri fullskala innrásini, tá russiskar bumbur byrjaðu at falla á friðsamar býir, og russiskar tankskolonnur fóru móti Kyiv. Sannleikin er, at eg kenni einki serligt. Enn ein dagur av krígnum, sum er vorðin ein partur av lívinum hjá okkum. Nærri sagt, hevur hann oyðilagt alt tað, ið vit rópa vanligt lív.










