ES-londini stuðla hørðum svari til Trump um tollavtalan miseydnast

ES-londini stuðla "hørðum" móttiltøkum, um Trump setur 30 prosent av tolli, sigur Løkke.

ES-kommissarin fyri handil, Maros Sefcovic (høgrumegin) og danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, søgdu í dag, at ES-londini eru sameind aftan fyri ynskið um "hørð" móttøkutiltøk, um ein handilsavtala ikki verður gjørd við Trump. - Mynd: Olivier Matthys/Reuters

ES-londini eru til reiðar til "hørð" móttiltøk móti USA, um Trump leggur 30 prosent toll á ES lond.

Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri, eftir ráðharrafund í Brússel í dag.

- ES-londini síggja fráboðanina hjá Trump um 30 prosent toll sum ósakliga og óhóskandi, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Sostatt er eftir øllum at døma semja millum ES-londini um at taka til harðlig tiltøk, um ein loysn ikki fæst við Trump-stjórnina áðrenn 1. august.

Sambært høvuðssemingsmanninum hjá ES, ES-kommisserinum fyri handilsmál, Maros Sefcovic, halda samráðingarnar við USA tó fram.

Sostatt er framvegis vón fyri semju.

- ES fer ikki av samráðingarborðinum uttan veruligt átak - eisini í ljósinum av, at vit vóru nær við eina avtalu, sigur Maros Sefcovic.

Hann segði mikudagin í síðstu viku, at ein prinsipiell avtala við USA kann gerast innan fáar dagar.

Síðani boðaði Trump tó leygardagin frá, at hann fór at seta í gildi 30 prosent toll á vørur úr ES frá 1. august, um semja ikki fæst.

Hetta skapti nýggja óvissu um eina avtalu. ES og USA vóru nær við at fáa eina avtalu í farnu viku, sigur Løkke:

- Vit ynskja ikki eitt handilskríggj, og vit vóru prinsipielt sera nær við eina avtalu, men tíverri bar tað ikki til í ljósinum av, at Trump boðaði frá einum tolli uppá 30 prosent.

- Ein avtala er framvegis endamálið, men vit mugu senda eitt signal um, at avtalan skal vera rættvís fyri báðar partar. Um tað ikki eydnast, so hava vit ein amboðskassa við nógvum møguleikum, og vit útiloka ikki nakað, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Sambært Maros Sefcovic gjørdist tað "krystallklárt" á fundinum mánadagin, at ES-londini eru samd um at gera tað, sum er neyðugt fyri at verja arbeiðspláss og íløgur.

ES-nevndin hevur longu fyrireikað móttiltøk í mun til toll hjá Trump á stál og aluminium. Tær eru tó útsettar til eftir 1. august í vón um semju.

Men meira er á veg, um semja ikki fæst, sigur Sefcovic. Hann nevnir ein lista við amerikanskum vørum fyri tilsamans 72 milliardir evrur, sum kunnu koma undir toll.

- Men vit eru til reiðar at brúka øll instrument, og vit útiloka ikki nakað, sigur Maros Sefcovic.

Á henda hátt heldur ES-nevndin eisini opið fyri møguleikanum at raka amerikanskar talgildar tænastur, har USA hevur stórt handilsyvirskot við Evropa.

Trump hevur fyri sín part ávarað um, at um ES leggur eyka toll á amerikanskar vørur, fer hann at leggja ein samsvarandi toll omaná tey 30 prosentini.

Sefcovic leggur tó dent á, at eftir hansara tykki eiga vit framvegis at halda fram við samráðingunum.

- Tað fari eg at gera longu í kvøld. Men eg havi gjørt mínum amerikansku kollegum greitt, at ein avtala skal vera góðkend av ES-limalondunum og av ES-tinginum, sigur Maros Sefcovic.

/Ritzau/

 

 

 

ES-kommissarin fyri handil, Maros Sefcovic (høgrumegin) og danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, søgdu í dag, at ES-londini eru sameind aftan fyri ynskið um "hørð" móttøkutiltøk, um ein handilsavtala ikki verður gjørd við Trump. - Mynd: Olivier Matthys/Reuters