OYL: Jónas vann gull og Dánjal vann bronsu á 400 metrum

Sunniva Bogadóttir vann silvur í spjótkasti

Á oyggjaleikum sleppur Jónas G. Isaksen at kappast fyri Føroyar (Savnsmynd)

Frælsu ítróttarfólkini hava eisini meldað seg upp í tað góða stríðið at vinna Føroyum heiður og æru á oyggjaleikunum í Orknoyggjum. 

 

Tað bleiv ein stórur føroyskur triumfur í 400 metrar kapprenningini hjá monnum, har Jónas G. Isaksen vann gull og Dánjal D. Ljósheim vann bronsu.

 

Jónas vann við tíðini 48:79. Bobby Laurenson úr Hetlandi vann silvur við tíðini 48:91. Dánjal vann bronsu við tíðini 49:06.

 

Sunniva Bogadóttir vann silvur í spjótkasti. Hennara besta kast var 38.92 metrar. Amie Ringstead úr Suðuroyggjum (Hebridunum) vann kappingina. Hennara besta kast var 40.46 metrar.

 

Á oyggjaleikum sleppur Jónas G. Isaksen at kappast fyri Føroyar (Savnsmynd)