Faxe Kondi: H71 bankaði KÍF í fyrru hálvfinaluni

Tað vóru heili 15 mál á muni

Savnsmynd frá 2025

Kollfirðingar vóru væl við í 22 minuttir í fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini. Eftir tað stóð H71 á øllum.

 

H71 vann ein knúsandi 41-26 sigur í fyrru hálvfinaluni í høllini í Kollafirði. Møguleikarnir hjá KÍF at røkka Faxe Kondi finaluni við einum samlaðum sigri munnu nú vera sum hjá einum kavabólti í Sahara oyðimørkini. 

 

Í steðginum var H71 bert á odda 16-14. Tá 22 minuttir vóru leiktir var KÍF á odda 13-10. Men eftir tað steðgaði upp hjá KÍF.

 

Fríði Weyhe var við sjey málum toppskjútti hjá KÍF. Við átta málum hvør vóru Jákup Egholm og Boas Ellefsen á Skipagøtu toppskjúttar hjá H71.

 

Sunnukvøldið klokkan 19 spæla H71 og KÍF seinnu hálvfinaluna í Hoyvíkshøllini.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá fyrru hálvfinaluni millum KÍF og H71:

 

##med2##

 

Savnsmynd frá 2025