Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini móti ÍBV.
Úti í Heimey tapti Afturelding 29-32 fyri ÍBV. Tað haltaði serliga í fyrra hálvleiki, og í steðginum var heimaliðið á odda 19-14. Sveinur var noteraður fyri eitt mál.
Hetta var triði ósigurin á rað hjá Afturelding, ið er nummar fimm í deildini við 23 stigum. Liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Valur er fremst við 26 stigum.
Í annaðkvøld klokkan 18.30 spæla Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram dyst á útivølli móti ÍR. Ein tíma seinni hava Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni dyst á heimavølli móti Haukum.











