Fiktivar loyndar sjúkuavgerðir

– amboð at steðga sjúklingaviðgerð

Sum nevnt í skrivi mínum “Ólógligar loyndar sjúkuskráir” dagfest  16.09.2025, vísir danska Patientforeningen á, at ”Funktionellir trupulleikar”, sum loynt notat í sjúkuskráum,  verður brúkt sum ein stopp klossi fyri víðari viðger av sjúklingum.  Sum ein lækni málbar seg um stopp klossan: 

Tað er ein slíkur, har vit á formligum læknamáli siga, at sjúklingurin bara skal útskrivast, ”vi gider ikke”.

 

Ein annar háttur er, sum eisini verður brúktur sum stopp klossi fyri viðgerðum. 

Her skrivar ein lækni ella sálarfrøðingur eitt notat við yvirskriftini ”Fortroligt – Kun til sundhedsfagligt brug”

Ein diagnosa er síðani lýst sum ein (fiktivur) møguleiki, har hann so m.a. eisini eftirlýsir hjálp frá starvsfeløgum, at “handfara” sjúklingin.

 

Sjúklingurin er ikki kunnaður um skrivið, og tað stendur ikki í sjúklingaskránni, sum sjúklingurin annars hevur atgongd til at síggja á sundhed.dk. 

 

Gittar ella uppfunnar diagnosur kunnu vera sera óhugnaligur fyri sjúklingin, tí sjúklingurin hevur onga hóming av, hví hann ikki fær viðgerð, ella hví hann fær eina løgna og ólogiska viðgerð.

Slíkar støður verða elvdar av fiktivum diagnosum, niðurfeldar í loynda partin av sjúklingaskránni.

 

Patientforeningen sigur seg síggja, at slíkar gitar diagnosur verða nýttar í kommunala heilsuverkinum, hóast tær eru avoldaðar og ikki longur galdandi. 

Hetta er ógvuliga tyngjandi fyri teir sjúklingar, sum eru raktir av slíkari loyndari atferð.

 


17.09.2025

Andrass Skaalum