Galaxy sigldi við opnum hekkuportri

Sambært Kringvarpinum, so sigldi Galaxy mánakvøldið 1. september av Havnini til Suðuroyar við opnum hekkuportri

 

Og tað er bæði ólógligt og vandamikið

Kringvarpið hevur eina mynd, sum er tikin á biladekkinum á Galaxy klokkan 19.36 hetta kvøldið, sum greitt vísir, at portrið er opið – tað sæst, at portrið ikki er heilt aftur.

Altjóða reglar eru fyri slíkum sum siga, at skip ikki má loysa frá bryggju, um portrið ikki er afturlatið sum tað skal. 

Kringvarpið hevur sagt Skipaeftirlitinum frá, sum hevur kannað skipið í á Krambatanga í dag klokkan 14. Og tá var alt í lagi við hekkuportrinum.

Kringvarpið hevur meira um málið í Degi og viku í kvøld.