Ísrael sigur seg hava rakt 150 mál í Gazabýi

- Seinastu tveir dagarnar hava vit rakt fleiri enn 150 "terrormál", sum ísraelski herurin málber seg

Ísraelski herurin (IDF) sigur seg hava lopið á fleiri enn 150 mál í Gazabýi síðan í gjár, týsdagin.

 

- Seinastu tveir dagarnar hava vit rakt fleiri enn 150 "terrormál", sum ísraelski herurin málber seg í morgun.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at 12 palestinar eru dripnir í ísraelskum loftálopum í nátt, og tað er verjan í Gazageiranum, sum er kelda.

 

Palestinska tíðindastovan Wafa sigur, at higartil í dag eru 17 fólk dripin í Gazageiranum - av hesum sjey í Gazabýi.

 

Tíðindastovan leggur aftrat, at millum tey dripnu er ein kvinna, sum var við barn, og tað er aftur tíðindastovan NTB sum endurgevur.