Tað er greitt, nú freistin fyri uppstilling til fólkatingsval var úti í gjár.
Teir fimm flokkarnir, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin hava latið listar inn til fólkatingsvalið, sum verður 24. mars.
Vit skulu 42 ár aftur í tíðina fyri at finna eitt fólkatingsval, har so fáir flokkar hava stillað upp sum hesaferð.
Framsókn er einasti flokkur í Løgtinginum, sum hevur avgjørt ikki at stilla upp til fólkatingsvalið. Sjálvstýrisflokkurin sleppur ikki at stilla upp, tí hann er ikki umboðaður í Løgtinginum, sum er ein treyt í fólkatingsvallógini fyri at stilla upp. Og hesaferð er eingin uppstillaður uttanflokka, sum tað fleiri ferðir áður hevur verið.
Í yvirlitinum niðanfyri sæst, hvussu nógvir flokkar hava stilla upp til fólkatingsval síðani 1984:
2026: 5 flokkar
2022: 6 flokkar
2019: 6 flokkar
2015: 8 flokkar
2011: 7 flokkar
2007: 6 flokkar
2005: 7 flokkar
2001: 6 flokkar
1998: 8 flokkar
1994: 8 flokkar
1990: 7 flokkar
1988: 7 flokkar
1987: 6 flokkar
1984: 5 flokkar











