Sambært Norwegian varð avgjørt at fara skjótt niður í hædd, tá trupulleikar vóru staðfestir við lufttrýstinum í kabinuni.
Undir skjótu niðurferðini fóru fýra ferðafólk og eitt av manningini at bløða næsablóð. Sambært flogfelagnum stavaði hetta helst frá skjótu broytingini í lufttrýstinum.
Øll fimm vórðu kannað av heilsustarvsfólki eftir lendingina í Hamburg.
Norwegian sendi síðani eitt annað flogfar úr Keypmannahavn til Hamburg at flyta ferðafólkini víðari.
Ein trygdarlending verður framd, tá eitt flogfar hevur tekniskar trupulleikar ella aðrar umstøður, sum gera, at tryggast er at lenda skjótast gjørligt. Hetta er ikki tað sama sum ein neyðlending.
/Ritzau/










