Ólavsøkudag í morgin skal Beinir Johannesen halda sína fyrstu ólavsøkurøðu, har hann skal greiða frá politikkinum, sum nýggja landsstýrissamgongan ætlar at fremja næsta tingárið, sum byrjar á ólavsøku.
Hóast unga aldur sín – hann er einans 29 ára gamal – hevur Beinir Johannesen tó fleiri royndir enn aðrir nýggir løgmenn hava havt. Hann hevur verið løgtingsmaður síðani 2019. Og fyri ta tíð hevði hann verið býráðslimur í Klaksvík síðani 2016.
Tá Atli Dam helt sína fyrstu ólavsøkurøðu í 1971, hevði hann bara verið tingmaður í eitt gott hálvt ár – síðani november í 1970 og landsstýrismaður í eitt gott ár frá mars í 1970.
Pauli Ellefsen hevði gott seks ára royndir, tá hann helt sína fyrstu røðu í 1981.
Marita Petersen hevði knapt fimm ára royndir, tá hon helt sína fyrru røðu í 1993.
Edmund Joensen hevði knapt sjey ára royndir, tá hann helt sína fyrstu løgmansrøðu í 1995.
Somuleiðis hevði Kaj Leo Holm Johannesen gott sjey ára royndir, tá hann helt sína fyrstu ólavsøkurøðu í 2009.
Og farbróðir løgmans, Aksel V. Johannesen, hevði bara knapt fýra ára royndir eftir at verða valdur á ting, umframt tvey ára royndir sum landsstýrismaður, tá hann helt sína fyrstu løgmansrøðu í 2016.
Jú, Fólkafloksformaðurin Beinir Johannesen er nógv tann yngsti løgmaðurin, vit hava havt. Men vit kunnu staðfesta, at hann er als ikki óroyndari enn nógv onnur í starvinum.
Hann er úr politiskum bergi brotin í Klaksvík, tó at hann ikki byggir sín politikk á somu hugsjón sum hinir báðir í familjuni, sum hava verið valdir tingmenn, landsstýrismenn og løgmaður, báðir fyri Javnaðarflokkin.
Abbi Beinir Johannesen var kendi politikarin í Klaksvík, Vilhelm Johannesen, sum varð landsstýrismaður fyrru ferð frá 1979 til 1981 og seinnu ferð frá 1985 til 1989. Hann var fyri ta tíð býráðslimur í Klaksvík. Hann var løgtingsmaður frá 1980 til 2008.
Farbróðir Beinir Johannesen er Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, sum hevur verið virkin politikari síðani hann í 2009 varð tilnevndur landsstýrismaður, og sum sama ár gjørdist formaður í Javnaðarflokkinum. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting í 2011.











