Tað upplýsa lokalir myndugleikar sambært AFP.
Afturat teimum fimm deyðu vórðu fimm onnur fólk særd í skottilburðinum, sum fór fram í statinum Michoacán vestan fyri høvuðsstaðin Meksiko Bý.
Myndir, sum AFP hevur sæð, vísa ein løgreglubil, ið er gjøgnumholaður av kúlum.
Álopið fór fram í kommununi Nahuatzen, har narkotikakartellið Jalisco New Generation hevur stórt vald.
Løgreglan leitar nú eftir fleiri gerningsfólkum í sambandi við drápini, upplýsa trygdarmyndugleikarnir í statinum.
Økið hevur leingi verið merkt av harðskapi. Í mai í ár varð borgarstjórin í einum minni býi í sama øki myrdur. Tann hendingin varð eisini sett í samband við Jalisco New Generation-kartellið.
Sambært AFP verður ein 17 ára gamal drongur, sum arbeiddi fyri kartellið, mettur at standa aftan fyri drápið á borgarstjóranum.
Eftir drápið mótmæltu borgarar, sum ákærdu myndugleikarnar fyri at gera ov lítið fyri at steðga vaksandi harðskapinum. Mótmælini endaðu við samanbrestum við løgregluna, og eldur varð settur á almennar bygningar.
Drápini í gjár henda dagin undan byrjanini av heimsmeistarakappingini í fótbólti, sum verður sett í Meksiko Bý.
Setanardysturin verður spældur á kenda Estadio Azteca leikvøllinum, har Meksiko skal spæla móti Suðurafrika eftir setanarhátíðarhaldið.
Meksiko er vertstjóð saman við USA og Kanada, og tilsamans 13 HM-dystir verða spældir í landinum.
Hóast seinastu drápini heldur meksikanska stjórnin fast við, at eingin serlig trygdarhóttan er móti teimum túsundtals áskoðarunum, sum koma til landið undir HM-endaspælinum.











