Fípan eigur bestu dreingirnar

Kappróður dreingir 14 – 16 ár: Í dag vann Blikur á Knúki í kappingini um næstfremsta plássið

Á norðoyastevnu vóru tað dreingirnir á Fípuni Føgru, sum vunnu fyrsta FM róðurin. Tá var tað á vánni í Klaksvík og harvið í heimastjógvi.

 

Í dag er sundalagsstevna í Kollafirði, og aftur í dag vóru tað teir í Klaksvík, sum vunnu.

 

Fípan Fagra var stívliga sjey sekund og harvið góðar tvær bátslongdir undan næsta bátinum.

 

Á norðoyastevnu var Knúkur úr Róðrarfelagnum Tindi í Eysturkommunu næstfremstur. Soleiðis var tað ikki í dag. Tað var sera stutt millum teir báðar næstu bátarnar, og í dag var tað Blikur av Argjum, sum var næstfyrstur, meðan Knúkur endaði á triðja plássi. Munurin millum hesar báðar bátarnar var væl minni enn eitt sekund, og so var tað ein bátslongd aftur til Jallin og væl longri aftur til hinar bátarnar.

 

 

 

5 MF DREINGIR 14-16 ÁR

 

Nr BátanavnTíðMunurStigKort
1 Fípan Fagra (KRF)05:03.16+00.007 
2 Blikur (AR)05:10.19+07.036 
3 Knúkur (TIND)05:10.40+07.245 
4 Jallurin (RK)05:12.32+09.164 
5 Lógvin05:15.18+12.023 
6 Ørnin (SÍF)05:19.26+16.102 
7 Heykur (HVR)05:25.41+22.251

 

 

 

1 Fípan Fagra (KRF)14 
2 Blikur (AR)11 
3 Knúkur (TIND)11 
4 Jallurin (RK)7 
5 Lógvin7 
6 Ørnin (SÍF)4 
7 Heykur (HVR)2