- Streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður helst hampiligt. So, vit vænta, at nakað verður av útróðri teir næstu dagarnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag

Flestu frystilínuskip eru í føroyskum sjógvi

- Línuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, og skipini hava brúkiligan fiskiskap, siga tey á Fiskamarknaði Føroya

- Streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður helst hampiligt. So, vit vænta, at nakað verður av útróðri teir næstu dagarnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag

Í løtuni eru seks frystilínuskip undir Føroyum, og tvey fiska í íslendskum sjógvi.

 

- Trý frystilínuskip liggja við bryggju, men tey fara helst avstað í næstum.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ísfiskalínuskipið, sum eisini plagar at vera til fiskiskap, í løtuni liggur við bryggju, men loysir helst um vikuskiftið.

 

- Línuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, og skipini hava brúkiligan fiskiskap.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður brúkiligur í vikuni, sum kemur, og veðrið verður helst hampiligt.

 

- So, vit vænta, at nakað verður av útróðri teir næstu dagarnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

 

 

 

- Streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður helst hampiligt. So, vit vænta, at nakað verður av útróðri teir næstu dagarnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag