Komandi fríggjakvøld klokkan 19.45 bíðar føroyska fótbóltslandsliðnum ein stór uppgáva á Stadion HNK Rijeka í Kroatia.
Tá spæla okkara seinasta HM-undankappingardystin á hesum sinni. 5. september vann Kroatia heldur heppið 1-0 á Føroyum á Tórsvølli.
Undan dystinum hevur Kroatia 16 stig, Kekkia hevur 13 stig, og Føroyar hava 12 stig. Montenegro hevur seks stig, og Gibraltar hevur einki stig.
Kroatiski landsliðsvenjarin, Zlatko Dalić hevur tikið út hendan hópin til HM-undankappingardystirnar móti Føroyum á heimavølli, og Montenegro á útivølli.
Málverjar: Dominik Livaković, Ivica Ivušić, Dominik Kotarski
Verjuleikarar: Joško Gvardiol, Duje Ćaleta-Car, Josip Šutalo, Josip Stanišić, Marin Pongračić, Martin Erlić, Luka Vušković
Miðvallarar: Luka Modrić, Mateo Kovačić, Mario Pašalić, Nikola Vlašić, Kristijan Jakić, Petar Sučić, Nikola Moro, Toni Fruk
Áleyparar: Ivan Perišić, Andrej Kramarić, Ante Budimir, Marco Pašalić, Franjo Ivanović, Igor Matanović
Sambært Croatia News møta kroatisku leikararnir inn mánadagin 10. november. 16. november ferðast teir til Montenegro fyri at fyrireika seg til seinasta dystin í undankappingini.












