Fleyr vann á ÍF í fyrsta fimmsettaranum

Eftir at liðini høvdu skiftst um at verið á odda til 23-23 í fyrsta setti, vann Fleyr teir tveir avgerandi bóltarnar

Polestar-deildin (menn):

 

ÍF - Fleyr 2-3 (23-25, 25-19, 22-25, 25-21, 8-15)

 

Eftir at liðini høvdu skiftst um at verið á odda til 23-23 í fyrsta setti, vann Fleyr teir tveir avgerandi bóltarnar; fyrst smassjaði Rasmus Potts í blokkin og út, og síðani sló ÍF sítt smassj út av vøllinum, skrivar Flogbóltssambandið.

 

Við seks stigum á rað frá 9-9 til 15-9 legði ÍF grundina fyri sigurin í øðrum setti, men í triðja setti skiftust liðini aftur um at vera á odda. ÍF legði seg framum 22-21, men so vann Fleyr rest og settið 25-22.

 

Í fjórða setti fekk ÍF fína byrjan og legði seg á odda 11-6, og hóast Fleyr togaði nakað innaftur og minkaði um munin til 21-23 við fimm bóltum á rað, gjørdist tað ikki veruliga spennandi, tí Hákun Nón smassjaði í blokkin og út, so ÍF vann settið 25-21, og so var javnbrótari á skránni.

 

Í javnbrótaranum lá Fleyr fyrstu løtuna á odda við einum og tveimum, men eftir at ÍF minkaði um munin til 8-9, vann Fleyr tað sum eftir var - seks stig á rað - og javnbrótaran 15-8.

 

Ternan - Mjølnir 0-3 (11-25, 18-25, 20-25)

 

Tað fór altíð at vera stórur munur ímillum meistararnar úr Klaksvík - eisini uttan kanadiararnar, sum ikki hava fingið loyvini enn - og unglingarnar í Ternuni, men á Toftum síggja tey hóast alt tað positiva í at javna til 13-13 í triðja setti, og at vera við í settinum til 20-22, tá Mjølnir so vann tey írestandi stigini, sum tryggjaðu settið 25-20. Eisini 18-21 í øðrum setti, áðrenn Mjølnir vann 25-18, er góðtikið á Toftum.

 

---------

 

Savnsmynd: Fleyr