Føroyar á triðja plássi við elbilum

18,63 prosenst av persónbilunum í Danmark eru elbilar. Í Føroyum er talið 10,5 prosent

Føroyar liggja á einum triðja plássið við elbilum, um vit samanbera við Norðurlondini Noreg, Danmark, Svøríki og Finnland.

 

Tað sæst í uppgerð frá Akstovuni og frá bilstatistik.dk.

 

  

Elbilar

 
 
 

1

 
 

Noreg:

 
 

32,52%

 
 

2

 
 

Danmark:

 
 

18,63%

 
 

3

 
 

Føroyar:

 
 

10,5%

 
 

4

 
 

Svøríki:

 
 

8,61%

 
 

5

 
 

Finnland:

 
 

6,13%

 

 

Noreg er eitt av fremstu londunum, tá tað kemur til at keypa elbilar. Har verða næstan bara seldir elbilar sum persónbilar, og næstan triðjihvør persónbilur í Noreg er elbilur, 32,52 prosent.

 

Í Danmark eru nú fleiri persónbilar sum eru elbilar enn diesel. 555.357 elbilar eru og 554.505 dieselbilar. Bæði tølini svara til áleið 19 prosent av persónbilunum í Danmark.

 

Les eisini: Fýra av fimm nýggjum bilum í Danmark vóru eldrivnir

 

Í Føroyum eru framvegis nógv fleiri dieselbilar enn elbilar. Á nýggjárunum vóru 8.598 persónbilar diesel, tað svarar til 30,6 prosent.

 

Elbilarnir vóru 2.941, svarandi til 10,5 prosent av persónbilunum.