Mest slóðbrótandi leikaraskiftið hjá føroyskum fótbóltsleikara nakrantíð er staðfest.
Hellas Verona í bestu italsku deildini hevur júst kunngjørt á sínum sosialu miðlum, at føroyski verjuskansin, Andrias Edmundsson fer at spæla við liðnum komandi árini.
Andrias skiftir frá oddaliðnum í bestu pólsku fótbóltsdeildini, Wisla Plock. Andrias var við til at vinna liðnum uppflyting til bestu deildina í farna kappingarári.
Hellas Verona er í løtuni aftast í bestu italsku deildini, Seriu A við 14 stigum fyri 23 dystir. Teir hava fýra stig upp til Lecce, ið er á fjórðaftasta plássinum. Liðið hevur latið 41 mál inn í 23 dystum, og tí hevur felagið leitað eftir styrki til verjuna.
Talan er um ein fýra ára sáttmála.
Í dag hevur felagið eisini kunngjørt, at høvuðsvenjarin, Paolo Zanetti fær sekkin. So hetta er í einari turbolentari tíð Andrias gerst partur av liðnum.
Leikvøllurin Stadio Marc'Antonio Bentegodi tekur 39.211 áskoðarar.
Í 1985 vann Hellas Verona við donsku áleypslegenduni, Preben Elkjær á liðnum sensasjónelt italska meistaraheitið. Í 1957, 1982 og í 1999 vann Hellas Verona næstbestu deildina, Seriu B.
Tað búgva 255.000 fólk í Verona, ið liggur í norðara partinum av landinum.
Komandi leygardag klokkan 19.45 hevur Hellas Verona dyst á heimavølli móti Pisa, ið eins og Hellas Verona hevur 14 stig.
##med2##












