Føroyar skulu fáa størri leiklut

Arbeiðsbólkur mælir til at styrkja leiklutin hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi í norðurlendska samstarvinum

Formansskapurin í Norðurlandaráðnum samtykti á fundi í Íslandi týsdagin at halda fram við ætlanini um at dagføra Helsingfors-sáttmálan, ið er grundarlagið undir norðurlendska samstarvinum.

 

Ein arbeiðsbólkur hjá Norðurlandaráðnum hevur í eina tíð arbeitt við at kortleggja tørvin á einari dagføring av Helsingfors-sáttmálanum, og hetta arbeiðið heldur fram.

 

Roknað verður við, at tilmælið um at dagføra sáttmálan verður lagt fyri tinglimir í Norðurlandaráðnum á fundi í Reykjavík í oktober.

 

Tilmælið frá arbeiðsbólkinum verður væntandi, at norðurlendsku stjórnirnar seta eina nevnd at arbeiða við ítøkiligum uppskoti um nýggjan sáttmála.

 

Arbeiðsbólkurin heldur, at ein nýggjur Helsingfors-sáttmáli skal umfata fleiri øki enn higartil. Eitt nú verður einki nevnt um veðurlagssamstarv í verandi sáttmála, hóast hetta er vorðið eitt av týðandi økjunum í samstarvinum.

 

Eisini heldur arbeiðsbólkurin, at arbeiðið við at minka um mørk og forðingar millum norðurlond eigur at verða raðfest hægri, og at rættindi hjá børnum og ungum skulu takast við í norðurlendska samstarvið.

 

Føroyar, Grønlandi og Álandi ynskja at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, og arbeiðsbólkurin mælir til, at norðurlendsku stjórnirnar virka fyri, at luttøkan hjá teimum trimum sjálvstýrandi økjunum verður styrkt. Einki verður sagt um, at tað fer at merkja fullur limaskapur.

 

– Vit mugu dagføra Helsingfors-sáttmálan, so hann verður meira tíðarhóskandi. Annars er vandi fyri, at norðurlendska samstarvið verður minni viðkomandi og missir týdning, sigur Oddný G. Harðardóttir, ið er varaforseti í Norðurlandaráðnum, við Norden.org.