Føroyar hava í dag latið aðalskrivaranum í Heimshandilsfelagsskapinum, WTO, umsókn um sjálvstøðugan limaskap.
Sostatt er hol sett á tilgongdina at fáa Føroyum sjálvstøðugan limaskap í hesum týdningarmikla altjóða felagsskapi.
Talan er um eitt stórt stig fyri Føroyar.
- Hetta byggir á umfatandi arbeiði sum, tá komið verður á mál, fer at vísa seg at verða virðismikið í áhaldandi arbeiðnum at tryggja marknaðaratgongd fyri føroyskan útflutning á marknaðum um allan heim.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.
Miðað verður eftir, at umsóknin verður viðgjørd á komandi WTO-ráðsfundinum í desember.
- Eg havi eina vón um, at tað fer at bera til at koma á mál við hesum arbeiði innan trý ár, leggur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, aftrat.










