Føroyska manslandsliðið í flogbólti hevur vunnið seg í finaluna í SCA kappingini hjá evropeiska flogbóltssambandinum, ið verður leikt í Norðurírlandi í hesum døgum.
Hálvfinalan móti Skotlandi bleiv ein sannur gýsari, har fimm sett og javnbrótari máttu til.
Føroyar vunnu 25-18 í fyrsta settinum. Skotar javnaðu til 1-1 við at vinna annað settið 25-23. Føroyar løgdu seg á odda 2-1 við at vinna triðja settið 25-23. Skotar svaraðu aftur og vunnu fjórða settið 25-20. So mátti javnbrótari til, og har vóru Føroyar omaná og vunnu fimta settið 15-12. Ein sera minniligur dystur.
Føroyar møta San Marino í finaluni, ið verður leikt í morgin.











