Framsýningin við fornaldarlutum av Toftanesi

Í dag hevur framsýningin verið opin frá klokkan 10–17 og í morgin, sunnudagin 7. juni, verður framsýningin opin frá klokkan 13–17

Í gjár læt forkunnuga framsýningin í Gamla skúla í Leirvík upp.

 

Tað var Astrid Johanessen, mentanar- og ferðavinnuleiðari í Eysturkommunu, sum bjóðaði vælkomin, og síðani helt Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, røðu.

 

Eftir hetta framførdi Kári Sverrisson nøkur løg.

 

Hákun Andreassen, savnsteknikari á Tjóðsavninum, greiddi frá útgrevstrinum á Toftanesi, og Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini í Eysturkommunu, segði eisini nøkur orð.

 

Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu - www.eysturkommuna.fo - siggjast fleiri myndir frá tiltakinum í Leirvík í gjár.

 

Her vóru eisini vikingar, sum skipa fyri ymiskum aktivitetum til gestirnar alt vikuskiftið.

 

##med2##

 

- Øll eru framvegis vælkomin at vitja framsýningina og verða við til tiltøkini, sum eru á skránni, siga tey í Eysturkommunu.

 

Í dag hevur framsýningin verið opin frá klokkan 10–17 og í morgin, sunnudagin 7. juni, verður framsýningin opin frá klokkan 13–17.

 

Skráin fyri dagin í dag og sunnudagin sæst um heimasiðuna hjá Eysturkommunu.

 

##med3##

 

##med4##