Í hesum døgum luttaka Katrin Jacobsen, Mariann Øster og Sofía Olsen á altjóða fundum í Horsens.
Fyrst er aðalfundurin hjá Badminton Europe, BEC, og aftaná er aðalfundurin við altjóða badmintonsambandið BWF.
Tað er av sera stórum týdningi, at vit eru við til tílíkar fundir. Vit eru við til at taka avgerðir, knýta sambond við aðrar tjóðir, luttaka í verkstovum, um hvussu vit kunnu gera badminton betri og sterkari.
Badmintonsamband Føroya hevur í fleiri ár luttikið á hesum fundum, og eru vit sera fegin um hesi bæði samstørvini.
Á aðalfundinum hjá BEC luttaka 47 av 50 limalondum, og á aðalfundinum hjá BWF kunnu 204 limalond luttaka, og skilja vit, at uppmøtingin er stór í ár.
##med2##
##med3##













