Lítil eldur í eini garasju

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at roykur kom úr eini garasju í Klaksvík

Sløkkilið og løgregla fóru á staðið alt fyri eitt, og eldurin varð sløktur rímuliga skjótt, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Hann sigur, at eldur helst hevur fest í av einum glóðum frá einum vinkulslípara, og at hann ikki hevði so nógv uppá seg.

Annars hevur seinasta samdøgrið verið sera friðarligt hjá løgregluni, sum einki hevur havt at gjørt í sambandi við náttarlívið í nátt.