Kringvarpið skrivar, at kvinnan varð steðgað á flogvøllinum í Vágum í juni í fjør, tá hon var á veg til Danmarkar. Sambært ákæruni hevði hon umleið 107.000 krónur uppi á sær – 47.000 krónur í føroyskum pengum og 8.000 evrur, sum svara til umleið 60.000 krónur.
Løgreglan metti, at peningurin stavaði frá ólógligum virksemi, og kvinnan varð ákærd fyri hvítvask. Hon noktaði seg tó seka.
Sambært Kringvarpinum kom Føroya rættur fram til, at ákæruvaldið ikki hevði megnað at lyfta próvbyrðuna í málinum. Tí varð kvinnan fríkend.
Ákærin, Katrin Thorsvig Hansen, sigur við Kringvarpið, at ákæruvaldið onga viðmerking hevur til dómin í løtuni. Tey høvdu júst fingið dómin, og nú verður støða tikin til, um málið skal kærast.












