Sveis vann 2-1 á Kanada í síðsta bólkadystinum í bólki B í HM-endaspælinum og tryggjaði sær harvið fyrsta plássið í bólkinum.
Kanada hevði bert brúk fyri javnleiki fyri at vinna bólkin, men beint eftir steðgin skoraðu Ruben Vargas og Johan Manzambi tvær ferðir fyri Sveis. Promise David minkaði um munin fyri Kanada seinastu løtuna, men vertirnir megnaðu ikki at javna.
Við sigrinum endaði Sveis á odda í bólkinum við sjey stigum, meðan Kanada fekk fýra stig og endaði á øðrum plássi.
Tað merkir, at Kanada nú skal spæla 1/16-finaluna í Los Angeles í staðin fyri á heimavølli í Vancouver.
Í hinum dystinum í bólkinum vann Bosnia-Hersigovina 3-1 á Katar. Harvið endaði Bosnia-Hersigovina á triðja plássi við fýra stigum og hevur góðar møguleikar at koma víðari sum eitt av bestu triðjaplássunum.
/Ritzau/











