Løgmaður hevur verið vertur fyri vitjanini hjá íslendsku forsetahjúnunum, Hallu Tómasdóttir, forseta, og manni hennara, á vitjan teirra her, sum byrjaði mánadagin, tá tey vitjaðu í Tinganesi og í Løgtinginum, áðrenn løgmaður var vertur fyri veitsludøgurða á Hotel Føroyum.
Týsdag vóru tey í Eysturoy, har forsetin við fylgi fekk høvið at síggja Eysturoyartunnilin, MEST á Skála, svimjihøllina í Runavík og Bakkafrost.
Seinni sama dag varð farið til Klaksvíkar, har vitjað varð hjá Edwardi Fuglø, kappróðrarneystinum og í Rótini.
Í dag hava tey vitjað Hugskotið og Fróðskaparsetrið í Sjóvinnuhúsinum.
Vitjan teirra endaði við, at forsetin hevði stóra móttøku í Norðurlandahúsinum fyri innbodnum um middagsleitið í dag.










