Føroyska Rótin til­nevnd um­hvørv­is­virð­is­løn hjá Norð­u­rlanda­ráðnum

Húsarhaldsskúlin Rótin er millum tey átta, sum eru tilnevnd umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í 2026.

Í ár verður virðislønin latin átøkum, sum læra børn og ung um umhvørvi, veðurlagsbroytingar og burðardygga menning.

 

Húsarhaldskúlin Rótin í Klaksvík er eitt av 53 átøkum, sum vóru tilnevnd og hevur nú tryggjað sær pláss millum tey átta, sum eru tilnevnd til virðislønina.

 

Hini tilnevndu eru Astra Masseeksperiment úr Danmark, Landvernd úr Íslandi, Miljøagentene úr Noregi, Anna-Karen (Kuka) Thomassen Hoffmann úr Grønlandi, Future Minds úr Svøríki, 70 äventyr före sjuan úr Finnlandi og Ålands naturskola á Álandi.

 

Vinnarin verður kunngjørdur 20. oktober, meðan sjálv virðislønin verður handað á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Helsinki 28. oktober. Virðislønin er 300.000 danskar krónur.

 

Norðurlandaráðið hevur latið umhvørvisvirðislønina síðani 1995. Endamálið er at heiðra einstaklingar, feløg og fyritøkur, sum hava gjørt ein serligan innsats fyri umhvørvið og burðardyggari menning í Norðurlondum.