Tíðindaskriv Talgildu Føroyar:
1. juli í ár varð talgilda koyrikortið í Skjáttuni góðkent í Danmark. Samstundis tók Føroya Rættur, sum fyrsti ríkisstovnur, Mínboks í nýtslu. Tvey framstig, sum gera tað lættari og tryggari hjá fólki at vísa, hvørji tey eru, og samskifta talgilt við myndugleikar á ein kendan hátt.
Eitt av endamálunum hevur frá byrjan verið, at fólk skulu fáa nyttu av føroysku talgildu loysnunum í gerandisdegnum, eisini tvørtur um landamørk.
Koyrikortið kann brúkast í Danmark
Føroyskir bilførarar kunnu nú vísa koyrikortið á telefonini, um teir verða steðgaðir í ferðsluni, ella skulu leiga bil í Danmark. Telefonin er hjá teimum flestu longu við á ferðini, so koyrikortið er lætt at hava við hondina.
Á sama hátt kann danska talgilda koyrikortið brúkast í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at talgild koyrikort eru góðkend tvørtur um landamørk.
Føroya Rættur sendir post í Mínboks
Frameftir fer Føroya Rættur at senda boð í Mínboks til fólk, sum skulu møta í rættinum, stevnast ella fáa eina rættarliga avgerð. Boðini verða roknað sum móttikin og lógliga kunnuggjørd, so skjótt borgarin hevur sæð tey.
Í meira enn fimm ár hava fólk kunnað samskift talgilt við flestu føroysku myndugleikar og kommunur á Vanganum. Føroya Rættur er fyrsti ríkisstovnurin, sum tekur Mínboks í nýtslu. Tað merkir, at boð frá rættinum koma í sama kenda og trygga talgilda postkassa sum annar almennur postur.
Føroya Politi er eisini á veg at senda post í Mínboks. Harumframt hava flestu ríkismyndugleikar ætlanir um at taka føroysku talgildu loysnirnar í nýtslu. Hetta er eitt av málunum í heildarætlanini hjá Talgildu Føroyum , sum skal gera tað lættari hjá fólki at samskifta við enn fleiri myndugleikar á einum staði.
_________________
- Skjáttan er app, ið hýsir talgildum koyrikorti, samleikakorti og øðrum loyvum frá myndugleikum, eitt nú sjóvinnuprógvum.
- Mínboks er partur av Vanganum, og tað er sjálvboðið at brúka Mínboks. Fólk, sum ikki hava Mínboks, fáa boð sum vanligan post.
- Føroya Rættur hevur heimild at senda talgildar kunnuggerðir í Mínboks til fólk, sum skulu møta í rættinum, stevnast ella fáa eina rættarliga avgerð. Boðini verða roknað sum móttikin og lógliga kunnuggjørd, so skjótt borgarin hevur viðgjørt tey.










