Undanfarna samgonga toldi tíverri ikki at síggja, at teir føroyingar, sum starvast uttanlands, fingu nakrar frádráttir í skattinum, sum tey, ið starvast í Føroyum, ikki fingu.
Men sannleikin er, at vit ikki kunnu samanbera teir mongu føroyingar, sum starvast uttanlands, við okkum onnur, sum starvast í Føroyum.
Arbeiðsmarknaðurin uttanlands kappast ikki serliga nógv við føroyska arbeiðsmarknaðin, men heldur við útlendingar, sum hava somu størv, sum teir føroyingar, ið starvast uttanlands. Tí er avgerandi, at føroyingar uttanlands altíð hava eina attraktiva og kappingarføra løn eftir skatt.
Teir føroyingar, sum starvast uttanlands, tað veri seg á landi í Norra, umborð á skipum í NIS, DIS o.s.fr., eru ein sera dugnalig og nógv eftirspurd arbeiðskraft. Tað síggja vit við øllum teimum føroyingum, sum starvast í oljuvinnuni, frálandavinnuni, umborð á útlendskum handilsskipum, fiskiskipum o.s.fr.
Tá ið skattaskipanir hjá hesum føroyingum varð broytt, varð staðiliga ávarað um, at hetta kundi fáa stórar avleiðingar fyri hesar føroyingar, sum starvast uttanlands og búgva í Føroyum.
Vandarnir kundu vera, at minni skattur kom í landskassan, og at nakrar føroyskar familjur fóru at flyta av landinum.
Kanningar vísa tíverri, at síðani 2024, eftir at skattaskipanin bleiv herd hjá føroyingum sum starvast uttanlands, eru komnar minni skattainntøkur í landskassan.
Henda nýggja skattaskipanin fyri føroyingar, sum starvast uttanlands, hevur sostatt verið skaðilig fyri bæði landskassan og føroysku familjurnar, sum liva av inntøkum uttanífrá.
Fólkaflokkurin hevur boðað frá, at vit vilja gera broytingar á hesum økinum, soleiðis at tað aftur skal kunna loysa seg at búgva í Føroyum og arbeiða uttanlands.
Tú kanst stuðla mær og Fólkaflokkinum við hesum til løgtingsvalið 26. mars.
Birgir Nielsen, valevni til løgtingsvalið
Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars











