U20 EM: Frakland hevur eina risastóra favorittstøðu móti Føroyum

Her eru oddsini upp á dystin Frakland-Føroyar

Mynd: Eurohandball

Seinnapartin klokkan 15 spælir føroyska U20 manslandsliðið í hondbólti fyrra dystin í ovara endaspælinum í EM-endaspælinum í Rumenia.

 

Dysturin verður móti hondbóltsrisanum, Fraklandi. Í morgin klokkan 17.30 spæla Føroyar móti øðrum hondbóltsrisa, nevnliga Týsklandi. 

 

Portalurin vísir dystin, og frásøgnin hoyrist á FM1.

 

Frakland hevur eina risastóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á franskan sigur liggja millum 1,02 og 1,04.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 15,00 og 22,00.

 

Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 11,00 og 17,50.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Mynd: Eurohandball