Óbodnir gestir á Venjingarskúlanum

- Teir vóru slopnir inn í skúlan við at loysa eina plátu, sum stóð fyri eitt vindeygað. Talan var um vaksin fólk, sigur løgreglan

 

Um 18-tíðina seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur sá fólk inni á gamla Venjingarskúlanum á Frælsinum í Havn.

 

- Fólk høvdu boðað frá til húsavørðin, sum segði, at eingin skuldi verið inni á skúlanum tá, og tískil fór løgreglan á staðið.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tá tey komu á staðið, vóru tríggir óbodnir persónar inni í skúlanum.

 

- Teir vóru slopnir inn við at loysa eina plátu, sum stóð fyri eitt vindeygað. Talan var um vaksin fólk, sum annars ikki høvdu gjørt nakað um seg í skúlanum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey trý fólkini vórðu burturvíst, og síðan verður neyvan nakað meira gjørt burtur úr málinum.

 

- Vit fingu fráboðanina klokkan 18.03, og klokkan 18.30 vórðu persónarnir, sum helst hava eina felags adressu í Havn, burturvístir, sigur løgreglan.