Tað skrivar norska blaðið VG.
Eftir eitt útspark frá norska málverjanum Ørjan Nyland skal bólturin sambært hjálparvenjaranum Kent Bergersen hava rakt ein kaðal høgt uppi í luftini og broytt kós.
– Tá Ørjan sparkaði bóltin út, rakti hann ein kaðal til kamera, so útsparkið gjørdist nógv styttri, enn tað skuldi. Hetta átti dómarin at hugt nærri at, sigur Bergersen sambært VG við norska TV 2.
Ongland fekk bóltin eftir útsparkið, og fá sekund seinni skoraði Jude Bellingham til 1–1 í yvirtíðini av fyrra hálvleiki.
Nyland skal sambært VG hava peikað upp á kaðalin og mótmælt avgerðini hjá franska dómaranum Clément Turpin.
Fyrrverandi norski landsliðsspælarin Kjetil Rekdal, sum er serfrøðingur hjá VG undir HM, undrast eisini á støðuna.
– Tað er púra ótrúligt, at slíkt kann henda. Dómararnir kunnu ikki hava varnast tað, sigur hann.
Fifa hevur síðani lagt eina upptøku av støðuni út á X. Sambært Fifa vísa dátur frá innbygda sensorinum í bóltinum einki tekin um, at bólturin rakti ein kaðal og broytti kós.
Ongland vann dystin 2–1 eftir longda leiktíð. Jude Bellingham skoraði bæði ensku málini.











