Myndatekstur: Turkaland hevur hægsta partin av keisaraskurðum millum OECD-lond. Nú hevur stjórnin revsað meira enn 100 føðilæknar í royndini at fáa talið niður. Mynd: Ritzau Scanpix

Yvir 100 turkiskir lækn­ar revs­að­ir fyri ov nógv­ar keisara­skurðir

Turkiska heilsumálaráðið hevur givið meira enn 100 føðilæknum og kvinnulæknum bót og revsing fyri at hava gjørt ov nógvar keisaraskurðir.

Myndatekstur: Turkaland hevur hægsta partin av keisaraskurðum millum OECD-lond. Nú hevur stjórnin revsað meira enn 100 føðilæknar í royndini at fáa talið niður. Mynd: Ritzau Scanpix

Tað skrivar turkiska blaðið BirGün sambært AFP.

 

Læknarnir eru fyribils loystir úr starvi og skulu í tvungna eftirútbúgving.

 

Turkaland hevur hægsta partin av keisaraskurðum millum londini í OECD. Sambært tølum frá 2023 verða 615 av hvørjum 1.000 børnum fødd við keisaraskurði. Til samanberingar fer umleið hvør fimta føðing í Danmark fram við keisaraskurði.

 

Sambært læknum eru fleiri orsøkir til høgu tølini. Ein keisaraskurður tekur umleið 30 minuttir, meðan ein vanlig føðing kann taka upp í 12 tímar. Samstundis minka læknarnir um vandan fyri rættarligum avleiðingum, um trupulleikar stinga seg upp.

 

Turkiska stjórnin vil tó venda gongdini. Í fjør setti stjórnin hjá forsetanum Recep Tayyip Erdogan eina ætlan í verk fyri at fáa burðartalið upp og samstundis fáa fleiri kvinnur at eiga á natúrligan hátt.

 

Í apríl 2025 varð eisini bannað privatsjúkrahúsum at fremja keisaraskurð, uttan at læknalig orsøk er til tess.

 

Tiltøkini hava fingið harðar atfinningar frá turkiskum læknum. Teir siga, at høga talið av keisaraskurðum er ein avleiðing av trupulleikum í heilsuverkinum og ikki nakað, sum kann loysast við revsingum.

 

/ritzau/

 

Myndatekstur: Turkaland hevur hægsta partin av keisaraskurðum millum OECD-lond. Nú hevur stjórnin revsað meira enn 100 føðilæknar í royndini at fáa talið niður. Mynd: Ritzau Scanpix