Nú bert hálvfinalurnar, finalurnar og bronsudysturin er eftir at leika í HM-endaspælinum, hevur FIFA gjørt upp endastøðurnar millum nummar fimm og nummar 48 í HM-endaspælinum.
Noreg endar á einum flottum fimta plássi. Av teimum fýra tapandi fjórðingsfinalistunum hevur Noreg flest stig, 12 stig fyri fýra sigrar og tvey tap. Belgia, Sveis og Marokko hava øll tríggjar sigrar, tveir javnleikir og eitt tap.
Svøríki endar á einum 27. plássi. Hin grannatjóðin hjá okkum, Skotland endar á einum 36. plássi.
Taka vit vertirnar, so endar Meksiko á einum níggjunda plássi, USA á einum 12. plássi, og Kanada á einum 14. plássi.
HER eru endastøðurnar millum nummar fimm og 48:
##med2##
Kelda: Wikipedia












