Foreldrabólkur fyri børn sum eru fødd ov tíðliga

Foreldur sum eiga børn sum eru fødd ov tíðliga eru í einari heilt serligari støðu. Tí skipar Gigni fyri foreldrabólki fyri hesi foreldur, soleiðis at tey hava eitt stað at tosa um felags avbjóðingar

Tað er ein serlig støða at koma í, tá børn koma áðrenn tey vóru væntað. Tey kunnu hava trupulleikar við at eta, anda, og eru minnið enn børn sum eru fullborin. Immunverjan er ikki so góð, og tey hava følnar sansir.

 

Tí skipar Gigni fyri bólkum fyri foreldur at ov tíðliga føddum børnum, hetta eru børn sum eru fødd áðrenn viku 37.

 

Foreldrini hittast og tosa um felags royndir.

 

- Vit skipa fyri foreldrabólkum tí ofta kenna hesi foreldur seg einsamøll. Tey hava felags  avbjóðingar, og eru í eini strongdari støðu, tað sigur Sólrun Foldbo, fakligur stjóri hjá Gigna.

 

Ætlanin er at skipa fyri foreldrabólki hvørt hálva ár. Hetta er roynt einaferð fyrr, og foreldrini vóru glað fyri møguleikan.

 

Foreldrabólkarnir fyri tey sum eiga børn sum eru fødd ov tíðliga, eru skipaðir øðrvísi enn teir vanligu mammubólkarnir, tí teir eru fyri pápar eisini. Í Gigna hava tey áður arbeitt við at skipa vanligar foreldrabólkar sum eru fyri bæði mammur og pápar, men tað hevur ikki verið undirtøka fyri tí.

 

- Tað vísir seg at tíðin er ikki búgvin enn, og hetta er ikki akkurát tað sum teir vilja.

 

Fyri at røkka pápunum, skipar Gigni í staðin fyri Babbasa spælistovu, hetta eitt tiltak fyri pápar at smábørnum, sum fáa høvi at savnast í ítróttarhallum og spæla ymisk spøl saman við børnunum. Hesi tiltøk hava verið væl umtókt.

 

Øðrvísi er í foreldrabólkinum fyri tey sum hava børn sum eru ov tíðliga fødd, tí har eru bæði mammur og pápar tilmeldaði.  Átta foreldrapør hava teknað seg, og bólkurin hittist í hølunum hjá Gigna við Gøtugjógv. Foreldrabólkurin er fyri børn sum eru fødd umleið í juli í fjør til februar í ár.

 

Umframt vanligu mammubólkarnar, og foreldrabólkarnar fyri tey sum eiga børn sum eru fødd ov tíðliga, skipar Gigni eisini fyri foreldrabólkum fyri tey sum hava ættleitt.