- Arbeiðið at fyrireika Fossaveg til asfaltering er nærum liðugt. Um góða viku verður byrjað at fresað ovasta lagið av koyribreytini.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
- Í góðar tríggjar vikur hevur graviarbeiði verið á Fossávegi. Talan hevur verið um fyrireikingar til, at vegurin skal asfalterast.
Víst verður á, at kaðlar eru lagdir í vegin og út til húsini fram við vegnum, kloakkir eru dagførdar, og ristir eru klárar at leggja í vegin, tá asfaltið verður lagt á.
Í Vágs kommunu siga tey, at næstu tvær vikurnar verður ovasta lagið av koyribreytini fresað av.
- Hetta verður gjørt fyri, at nýtt lag av asfalti kann leggjast á. Í samband við fresingina og asfalteringina verður nærri kunning løgd út til borgarar á vegastrekkinum.
Tað verður Kreton, sum fer at asfaltera og teir borgarar, sum ynskja at fáa parkeringspláss ella annað asfalterað, kunnu venda sær beinleiðis til Kreton.
- Borgarin ber sjálvur kostnaðin av at asfaltera á privatari ogn, siga tey í Vágs kommunu.










