Í kvøld klokkan 19 verður uppstillingarfundur hjá Norðstreymoyar Sambandsfelag, og fundurin verður í Kollafirði.
Á løgtingsvalinum í 2022 stillaði toftamaðurin í Hvalvík, Haraldur S. Hammer, fyri fyrstu ferð upp á sambandslistanum. Hann fekk 159 atkvøður og gjørdist nummar 13 í Sambandsflokkinum.
- Eg var stak væl nøgdir við hetta valið, og eg haldi, at eg gjørdist fremstur millum tey nýggju, sum stillaðu upp, sigur hann.
Nú enn eitt løgtingsval stendur fyri framman, hevur Haraldur S. Hammer fingið fleiri áheitanir um at stilla upp, harav fleiri úr Nes kommunu, har hann sleit sínar barnaskógvar og vaks upp.
- Vit búgva í Hvalvík, her eg eri býráðslimur í Sunda kommunu og formaður í vinnu-og umhvørvisnevndini í kommununi.
Haraldur S. Hammer leggur dent á, at røturnar eru av Toftum, og her rekur hann eisini Blómuhúsið, sum húsast í gamla handlinum hjá Sannu mitt í hjartanum á Toftum.
- Eftir seinasta kommunuval, eri eg eisini vorðin nevndarformaður í SEV, og hetta er ein sera spennandi uppgáva.
Brosandi sigur hann, at onkur hevur spurt, um hann nú verður hin nýggi grøni borgarligi profilurin, nú grøni profilurin í Javnaðarflokkinum, Ingilín Strøm, ikki stillar uppaftur.
- Jú, vit arbeiða við nógvum og spennandi uppgávum og verkætlanum í SEV, og tað er eingin loyna, at ein av fremstu uppgávunum er at minka um oljuna við alternativum orkukeldum.
Haraldur S. Hammer sigur, at hann er ógvuliga spentur til løgtingsvalið, sum liggur fyri framman.
- Nú bæði Jaspur Langgaard og Magnus Rasmussen hava boðað frá, at teir stilla ikki uppaftur, kundi hugsast, at nógvar sambandsatkvøður á eystara armi á Skálafjørðinum eru leysar.
Eitt, sum hann ætlar sær at leggja stóran sent á, um hann verður valdur á Føroya løgting, er at fáa gongd á arbeiðið at byggja Tjørnuvíkartunnilin, sum eftir hansara tykki longu hevur bíðað alt ov leingi.
- Eg havi nógv spennandi mál, sum hava mín áhuga, og eg ætli mær at lata hoyra frá mær í tíðini fram til løgtingsvalið, sigur Haraldur S. Hammer.
Við uppí søguna um toftamannin í Hvalvík hoyrir eisini, at hann er útbúgvin gartnari og rekur eina urtagarðstænastu, umframt biðimansfyritøkuna, Seinasta Heilsan.










