Nyttukostnaður (ársins orð?!) Cost-nytta?! (høpisleyst)

COST-NYTTA / KOST-NYTTA: Hatta margháttliga orðið hevur verið nógv brúkt í Føroyum, ikki minst í útvørpum og á tingi. Summi skriva ”kost-nytta”. Tað hevur neyvan nakað við kost (mat) at gera!

NYTTUKOSTNAÐUR: Hvør nytta fæst úr kostnaðinum? Til ber eisini at siga ”nyttuvirði”. Kanska kunnu vit umseta úr enskum: ”fyrimunarkostnaður”. Styttri møguleiki kundi verið ”nyttugjald”.

ÁRSINS ORÐ: Valdu tey málkønu veruliga ein dansk-enskan blending sum sítt uppskot?!? Hvat hevði Jóhan Hendrik sagt??

TUNNILSLEIÐIN: Stórur meiriluti av føroyingum mælir til at kanna ”múlaleiðina”!

Stórur meiriluti á løgtingi mælir bert til ”djúpadalsleiðina! Heilt ófatiligt!

Man handan avgerðin ikki fara at hava avgerandi týdning á løgtingsvalinum komandi?

E.S.: Hoyrdi júst orðið ”óansvarligt” í útvarpstíðindunum (KvF). Slíkt er ”ábyrgdarleyst”! O, móðurmál!

 

á Borg undan várvalum 2026

Við mál- og valkvøðu

Eyðun á Borg