Pete Hegseth, sum er amerikanskur verjumálaráðharri, sigur, at hørðu álopini á Iran ikki hava sum mál at reka landsins leiðslu frá valdinum.
- Hetta er ikki eitt kríggj fyri at fáa stjórnarskifti, men stjórnin er veruliga broytt, sigur verjumálaráðharrin á tíðindafundi í dag.
Sunnunáttina varð ovasti iranski leiðarin, Ayatollah Khamenei, dripin í álopum á Iran.
- Okkara ambitiónir eru ikki utopiskar - tær eru realistiskar. Tær skulu gagna okkara sameindu, sigur Pete Hegseth.
Amerikanski verjumálaráðharrin peikar á trý mál, sum ætlanin er at røkka:
- At oyðileggja iransku rakettirnar, sjóverjuna og iransku kjarnorkuætlaninar, segði Pete Hegseth á tíðindafundinum í dag.










