Fráboðan: Skaði á SHEFA-2 kaðlinum

SHEFA-2 kaðalin fekk tíðliga í morgun ein skaða á strekkinum millum Orkney og Skotland. Orsøkin til skaðan er ikki kend í løtuni.

Arbeitt verður nú saman við okkara undirveitara at fyriskipa umvæling av skaðanum, og væntandi verður kaðalskip á staðnum miðskeiðis í næstu viku. Vit rokna við, at kaðalin verður umvældur komandi vikuskifti.

– Mett verður, at kundar í Føroyum ikki eru ávirkaðir av hesum, tí tey hava samband um FARICE-1 kaðalin, sigur Páll Højgaard Vesturbú, stjóri Net